Eivør
|
|
|
78.68 %
|
75.17 %
|
|
Enn
|

79.93 % (2025-10-25) |
Date released: 2024-06-14 Type: studio In collection: CD (2025-10-24)Average track length: 05:03 Average track rating:  |
Ranking
Eivør:
/
4
Year (2024):
/
5
Decade (2020's):
/
24
Overall:
/
2788 |
|
|
Tracks
|
1 lyrics  05:44 | 2 lyrics  04:47 | 3 lyrics  03:25 | 4 lyrics  04:27 | 5 lyrics  07:11 | 6 lyrics  04:35 | 7 lyrics  05:01 | 8 lyrics  05:10 | Total time: 40:20 |
|
Credits
|
Artist
Session works
Producers
|
Lyrics
|
|
Ein klóta 05:44 |
Ytsta oyggin
Fer í kav
Í sjóbláu kvirruni
Eitt hjarta
Eitt hjarta
Leyst úr landi
Rekandi burtur
Rekandi
Rekandi
Uttan teg
Ein klóta
Í leysum lofti
Rekandi
Rekandi
Uttan meg |
|
Jarðartrá 04:47 |
Enn rennur hon
sveitareyð
feigdaráin før
blóðgar tíni svørð
Úr dýpinum
flotna ræ
havsins aldingarð
sært tú reka har
Lyft upp
tíni eygu
og skoða meg
títt sanna heim
Lýð á
mítt harmaljóð
kom legg teg í
mín bláa favn
Osandi
av tíni grimd
ævigt vápnagrá
er tín jarðartrá
Eldurin
má loga út
lívsins fyrndarlag
Kanst tú syngja tað |
|
Hugsi bert um teg 03:25 |
Svøvnleysa náttin
er nú aftur her
Komin at vitja meg
enn einaferð
Heimleysur longsul
floymir inn um hurðagátt
Fyllir tøgnina
nú í nátt
Tímarnir hanga
og eg hugsi bert um teg
Heimurin endar
men eg hugsi bert um teg
Larmandi býður
og eg gangi inn í
mannamúgvur
vinir eg ei havi sæð í langa tíð
Dansi í náttini
tíðin hongur
Men enn er tað bara tú
í mínum tonkum
Tímarnir hanga
og eg hugsi bert um teg
Heimurin endar
men eg hugsi bert um teg
Eg eri fangað
Tú hevur kastað gand á meg
Dagarnir ganga
og eg hugsi bert um teg
hugsi bert um teg
hugsi bert um teg
hugsi bert um teg |
|
Purpurhjarta 04:27 |
Trokafulla
Purpurhjarta
Hvar er ljósopið
Leið mín heim
Brunnadýpið
Dróg tað í seg
Grót og skuggar
Hvør hoyrir meg?
Hvør hoyrir meg?
Veingjaskotin
Flagsar sálin
Stríðist fjaðursár
Leingist heim
Piprar dirvið
Trevsast tankar
Skarlaksdimmi
Nær lýsir í
Hvør hoyrir meg?
Gev mær veingir nú
Lat teir spretta út
Frælsir tankar
Sum hevja seg
Brandar hjarta mítt
Reikar hátt og frítt
Kanska røkkur tað einaferð
sólini
Gev mær veingir nú
Lat teir spretta út
Frælsir tankar
Sum hevja seg høgt uppfrá
Brandar hjarta mítt
Reikar hátt og frítt
Kanska røkkur tað einaferð
sólini |
|
Enn 07:11 |
Nú allir fuglar rýma
Og ræðslan krýnir sorg
Trilvi eg til tína
holdmjúku verndarborg
Undir gráum himni
Nú neyðin aftur týnir
markleys handan høv
Flýggi eg inn í tíni
bláoygdu kærleiksbrøv
Undir heiðum himni
Herjan
býir bløða út
Enn bleiktrar hon
Í tonkunum
vónin
Hetjan
Dust og kjøt og húð
Enn glampar hann
í toftunum
login
Tá tøgnin øllum rúmar
Og sokkin eru fjøll
Tá reisi eg mær múrar
Og bíði einsamøll
Undir svørtum himni |
|
Lívsandin 04:35 |
Gøturnar í tínum dreymum
Smalka so líðandi
Skýma
Trappurnar í tínum tonkum
føra teg niður
soga
Stóðst tú ivandi í dimminum
her er eitt far
her er ein leið
áræðið við tína bryggju
letur seg upp
og bíðar
Stóðst tú ivandi í dimminum
her er eitt far
her er ein leið
áræðið við tína bryggju
letur seg upp
og bíðar
Viðurin í tínum vónum
gevur seg slitin
tognar
Brotini í tíni langtan
leggja seg tung
og hótta
Fert tú rekandi í myrkrinum
her er ein lygt
her er ein ætt
Lívsandin í tínum seglum
spennir seg út
og væntar
Fert tú rekandi í myrkrinum
her er ein lygt
her er ein ætt
Lívsandin í tínum seglum
spennir seg út
og væntar |
|
Upp úr øskuni 05:01 |
Nevið mítt reyða
Veingjabreiðið vítt
Glóð er mítt eyga
upp úr øskuni
Syng út í myrkrið
Eg hoyri teg
Saman geva lyftini
upp úr øskuni
Rísa upp á svørtum veingjum
Svíva inn í náttina
Tú ert systir mín
Eimborin úr dimmum iva
Nú ert tú brennimerkt við mær
Og eg verji teg
Nevið mítt reyða
Veingjabreiðið vítt
Glóð er mítt eyga
upp úr øskuni
Syng út í myrkrið
Eg hoyri teg
Saman geva lyftini
upp úr øskuni
Sveima vit á sterkum veingjum
Stevna inn í vissuna
Tú ert systir mín
Eldroðin úr farnum ótta
Festir í eitt brimandi bál
Men tú verjir meg
Sveima vit á fríum veingjum
Svørja at vit vilja tað
Tú ert systir mín
Eiðfastar í hvørja aðra
Orðini brend á mína húð
Aldri svíkja teg |
|
Gaia 05:10 |
Aftur til ljósið
í tínum eygum
blómandi bráið
ið uggar meg
og sum fevnir alla stúran
Veit tó - eg eri bara vitjandi
Títt andlit
er mítt friðskjól
halga jørð
Tindrandi myrkrið
endaleysa tøgnin
nú eg reki
út í rúmdina
út úr tínum bláa favni
Veit at hjá tær - eg var ein ferðandi
Halga jørð
hvør er sum tú
sum tú
hvør er sum tú |
|